Jana vann á Anniku og Lív

Viborg vann á EH Aalborg á útivølli

Føroyingauppgerð var í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti tíðliga seinnapartin í dag.

 

Landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen og liðfelagarnir í EH Aalborg tóka á heimavølli móti Janu Mittún og liðfeløgunum í Viborg.

 

Viborg var greiður favorittur undan dystinum, og Jana og liðfelagarnir megnaðu eisini at vinna dystin 31-28. Men í steðginum var EH Aalborg á odda 16-13. EH Aalborg gav leingi Viborg skarpan gang. Tað var ikki fyrrenn seinastu minuttirnar, at Viborg dróg eitt sindur frá heimaliðnum. 

 

Annika bjargaði 32 prosent av málroyndunum, meðan kappingarneytin, Johanne Graugaard hevði eitt bjargingarprosent á 26,7. 

 

Lív skoraði eitt mál fyri EH Aalborg, og Jana skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál hjá Viborg. 

 

Bæði liðini hava nú leikt fýra dystir. Viborg hevur fingið eina góðkenda byrjan við seks stigum, meðan EH Aalborg hevur tvey stig fyri fýra teir fyrstu dystirnar.

 

##med2##