Fyri tey, sum eru yngri og ikki minnast handilin Hjá Sannu og fyri onnur, sum ikki eru so væl kend á Toftum, er Blómuhúsið at finna beint sunnan fyri matvøruhandilin Hjá Pidda á Toftum.
Tað er bara eitt hanagleiv úr handlinum Hjá Pidda og niðan í nýggja handilin hjá Blómuhúsinum, sum Haraldur Símunarson Hammer eigur og rekur.
Í fleiri ár hevur hann eisini rikið jarðarferðartænastuna – Seinasta Heilsan, sum tekur sær av øllum uppgáum og fyrireikingum í samband við eina jarðarferð.
Vit fara at venda aftur til jarðarferðartænastuna seinni í hesi greinini.
Sera góð undirtøka
Haraldur Símunarson Hammer letur sera væl at undirtøkuni, síðan Blómuhúsið flutti av Norðskála og út í nógv betri og størri hølir á Toftum. Handilin er á gólvhæddini, og her er lætt at koma á gátt.
- Eg eri ovfarin av móttøkuni og undirtøkuni, sum handilin higartil hevur fingið. Nú vit hava Eysturoyartunnilin, er eingin vegur til Havnar – ei heldur úr Havn og heim á Toftir.
Haraldur, sum sjálvur er toftamaður, sigur, at tað ikki minst var við Eysturoyartunlinum fyri eyga, at hann nú valdi at koma heimaftur á Toftir og lata blómuhandil upp her.
– Umframt at handilin nú er nógv størri, hava vit eisini eitt stórt loft, sum kann brúkast til mangt og hvat.
Hann vísir á, at her kundu saktans verið tiltøk við tilknýti til handilin, eitt nú urtagarðsskeið og framsýningar, og her kundu fólk komið á gátt og selt ymiskt.
- Í Blómuhúsinum eru blómurnar sjálvsagt í miðdeplinum, og her fæst mold, gjødningur, ymiskir prýðislutir, brúkslutir og annað. Tey vaksnu, sum koma á gátt, fáa ein góðan kaffimunn, og vit selja eisini soft-ice fyri líka sum at hava okkurt til børnini eisini.
Jarðarferðartænastan
Jarðarferðartænastan - Seinasta Heilsan - fevnir í fyrsta lagi um fýra ting: Kistu, líkkoyring, blómur og prent av sanghefti.
- Vit veita allar hesar tænastur og loysa hesar uppgávur fyri avvarðandi, sum ynskja tað. Avvarðandi kunnu fáa allar hesar tænastur hjá okkum, og tey kunnu eisini velja tann partin av okkara tænastum, sum tey halda, teimum tørvar.
Haraldur sigur, at fólk eru hjartaliga vælkomin at ringja allar tímar á døgninum á tlf. 513070.
- Sølan av okkara kistum er nógv økt, tí avvarðandi ganga eisini høgt upp í eina skjóta og góða veiting. Vit koyra kistuna út so skjótt, hon er bíløgd, og vit taka bílagt børuprýði, kransar og blómur við á staðið, haðani kistan fer.
Kistan er oftast tað fyrsta, sum avvarðandi bíleggja, og síðan koma børuprýði, kransar og blómur.
- Eftir at kistan er bíløgd, hava tey avvarðandi eitt sindur betur tíð til at finna út av ymiskum øðrum praktiskum viðurskiftum í samband við jarðarferðina, sigur hann.
Við kærleika og virðing
Jarðarferðartænastan hevur avtalur við fleiri kommunur, og har avtalur eru, rinda tey avvarðandi ikki fyri koyring, tí hesum partinum syrgir kommunan fyri.
- Ein jarðarferð verður altíð fyriskipað við kærleika og virðing - fyri tí, sum er farin og fyri teimum avvarðandi. Allar jarðarferðir eru serstakar, og eingin er eins, sigur Haraldur Símunarson Hammer.
##med2##
##med3##
##med4##