Jarðarferðin hjá Rólanti verður úr høllini Inni í Dal

Jarðarferðin verður stroymd, og bussur hjá Finnleifi Fagradal eisini at koyra gjøgnum Sands bygd og Inn í Dal í dag klokkan 12.15.

 

Jarðarferðin hjá Rólanti Vidtfeldt, sum verður í dag klokkan 13, verður úr høllini Inni í Dal. 

 

Tey avvarðandi vænta, at nógvir bilar verða við skúlan og við ítróttarhøllina undir jarðarferðini.

 

Tí fer bussur hjá Finnleifi Fagradal at koyra gjøgnum Sands bygd og Inn í Dal í dag klokkan 12.15.

 

Koyrt verður síðan heim aftur í kirkjuna, tá kistan við Rólanti Vidtfeldt fer úr ítróttarhøllini.

 

Jarðarferðin verður eisini stroymd frá klokkan 13, og leinkja til stroymingina er:

 

https://m.youtube.com/live/STcf_sRxAUs?feature=share