Jastrud og Sámal: Ein heilsan á 90 ára døgum tykkara!

Tað er við ávísum stoltleika og æru, at eg vil skriva tykkum báðum nøkur orð, nú tit bæði fara um tey níti.

Ikki neyðugt at fara so nógv inn á, hvat tit hava verið fyri so mong av okkum, tí tykkara partur hevur ongantíð ligið eftir.

Kann bara minnast tykkara íkast – til at kunna festa búgv og at vera nakað fyri míni kæru.

Innan samkomuna hava tit so sanniliga sett tykkara spor, tí eg hoyri bara um hesi tøkini, sum tit hava lagt eftir tykkum.

Vit eru mong, sum bara kunnu minnast aftur á alt tykkara hjálpsemi, sum vit øll hava so nógv at takka fyri!

Sum onkur nevndi, um dagarnar, so er slíkur vilji til at geva – uttan at fáa, ikki so ofta sæddur í dag, men her hava tøkini hjá tykkum báðum sett seg hjá mongum, sum vilja takka tykkum so hjartaliga.

Í morgin fara vit at halda dagin saman við tykkum, tí tað er ein stórur framíhjárættur at hava tykkum millum okkara.

Ein hjartans tøkk og hjartaliga til lukku við stóru døgunum!

 

Heilsan 

Versonurin 

Fríðálvur A. Jensen