Játta sær pengar og royna at koppa Ingilín

Á tingfundi í dag fer Løgtingið at játta pengar til føroysku flokkarnar og at royna at fella Ingilín Didriksen Strøm

Fyrsta málið á tingfundinum klokkan 11 er málið um danska pengastuðul til føroysku flokkarnar. Tað málið verður helst samtykt, tí Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin taka undir við tí.

Tjóðveldi, Framsókn og Fólkaflokkurin eru ímóti, so tí fer Fólkatingið helst at spara eitt sindur av hesi játtanini, tí Fólkaflokkurin fer helst at gera sum Tjóðveldi, at senda pengarnar aftur á donsku fíggjarlógina.

Men tað sum helst fer at taka alla tíðina á tingfundinum í dag verður uttan iva misálitisuppskotið hjá andstøðuni á Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinnu, sum er løgd undir at siga ósatt fyri Løgtinginum. Andstøðuleiðararnir hava sagt, at teir fara at leggja uppskot fram, um hon framvegis er landsstýriskvinna, tá tingfundurin byrjar.

Uppskotið verður neyvan samtykt, tí samgongan hevur meiriluta í tinginum, og tá samgonguumboðini í landsstýrismálanevndini mæla til at seta ein kanningarstjóra, so verður tað helst tað, sum verður gjørt.