Javnaðarflokkurin á jubilemsferð til politisku røturnar

Javnaðarflokkurin fer á eina jubileumsferð til Leipzigar

Petur Mohr Dam á odda fyri ólavsøkuskrúðgonguni

Við tað, at tann føroyski Javnaðarflokkurin fyllir 100 ár í heyst, hevur ein áhugabólkur við løgmanni, fólkatingsmanni og løgtingsfólki á odda gjørt av at fara eina jubileumsferð til Leipzigar í Sachsen, har  tann allarfyrsti socialdemokratiski flokkurin varð stovnaður í 1863.

 

Fyrsti formaður Javnaðarflokksins var Maurentius við Stein og fyrsti kreðsvaldi løgtingsmaður fyri flokkin var Petur Mohr Dam.

 

Farið verður úr Kjøpinhavn tann 7. august snimma, og vit koma aftur tann 11. august, ella tann dagin, tá ið P. M. Dam vildi fylt 127 ár.

 

Flokkurin hevur fingið samband við lokal partafólk, sum  stuðla okkum við politiskum sjónarvirðum, men sjálvandi skulu vit eisini vitja nógv kulturell tilboð í Leipzig, har so mætir pionerar, sum Bach, Goethe,  Wagner og Clara Zetkin hava sett síni spor.

 

Ferðaleiðari er Virgar T. Dalsgaard, sum ofta hevur vitjað í Leipzig og aðrastaðni í Sachsen.

 

Luttakaratalið er 58. Meira kundi ikki rúmast í bussinum!

 

Luttakarar eru javnaðarhugaði fólk úr øllum Føroyum, men einstakir socialdemokratiskt hugaðir útisetar eru eisini við.

 

##med2##

 

 

FERDINAND LASSALLE

 

var lærdur í filosofi og økonomi, fyrst við Universitetið í Breslau, síðani í Berlin. Hann var eisini sera aktivur journalistur og luttók í nógvum polemikki og debattum.

 

Hann verður mettur sum grundleggjarin  av tí so socialdempokratisku arbeiðara-rørsluni, sum fyrst æt ADAV (Allgemeiner Deutscher Arbeiterverein), men seinni fusioneraði við eini fraktión hjá August Bebel og Wilhelm Liebknecht til SPD (Sozialdemokratische Partei Deutschlands).

 

Eysturtýskarin Lassalle var sum vesturtýskarin Karl Marx  av jødiskari ætt. Teir vóru vinmenn eina tíð, men síðani blivu teir beiskir og óforsónligir fíggindar.

 

Lassalle vildi ikki hava revolutión, men friðarliga evolutión við vanligum demokratiskum  valgrætti, meðan Marx vildi hava kompromisleysa revolution. Lassalle vildi eisini góðtaka ein statsheys, altso eitt avmarkað monarki.

 

Socialdemokratar (javnaðarfólk) eru tí als ikki marxistar, men heldur "lassalistar".

 

Ferdinand  fekk stovnað ADAV, verðins fyrsta Javnaðarflokk tann 23. mei 1863 í Leipzig, har eldhugaðar arbeiðarafylkingar høvdu sent boð eftir honum sum teoretiskum hjálpara.

 

Hann fekk eina syndarliga lagnu, tí hann luttók í einum vitleysum pistól-duelli um eina gentu í Genéve.

 

Hann var ikki vápnavandur og bleiv so illa særdur, at hann doyði tríggjar dagar seinni av ólívssárum sum bara 39 ára gamal.

 

 

 

 

 

Býurin LEIPZIG

 

Jubileumsferðin hjá Tí føroyska Javnaðarflokkinum gongur til tann kenda býin, Leipzig í útsyningshorninum av Týsklandi, tí har var tann fyrsti Javnaðarflokkurin stovnaður.

 

Leipzig liggur í statinum Sachsen, men er kortini ikki umsitingarbýur.

 

Staturin Sachsen hevur valt sær kulturbýin Dresden sum sín høvuðsstað.

 

Leipzig er kortini eitt sindur størri og meira dynamiskur og hevur líka síðani miðøldina verið eitt centrum við sera nógvum handli og stórum  ídnaði. Hann hevur nyliga havt 1000 ára fø'lsdag.

 

Býurin var tiltikin messu-býur áðrenn Kríggið og høvuðsbýur fyri bøkur og bókaprenting.

 

Eitt tað størsta kríggsslagið í europeiskari søgu var uttanfyri Leipzig í 1813, har tríggir keisarar luttóku.

 

Býurin bleiv serliga kendur í 1989 fyri sínar treisku, men tigandi mánadagsfundir, har tey aftaná fýraftan mótmæltu við at demonstrera móti tí ópopuleru  stjórnini hjá Honecker. Slagorðið var "Wir sind das Volk".

 

Býurin hevur nógv sjónarvert, men mest kendur er hann fyri Thomaskirche, har komponisturin Johann Sebastian Bach spældi í meira enn fjøruti ár.

 

 

 

 

Petur Mohr Dam á odda fyri ólavsøkuskrúðgonguni

Mourentius Viðstein, fyristi formaður Javnaðarfloksins