Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, sigur, at Trump-stjórnin vil hava Russland og Ukraina at semjast um nakrar leiðreglur fyri at tosa beinleiðis við hvønn annan.
Sambært Reuters heldur hann tað vera neyðugt at enda kríggið í Ukraina.
J.D. Vance tosaði í dag á einum tiltaki í Washington, sum trygdarráðstevnan í München var vertur fyri.
- USA heldur, at Russland biður um ov nógv í samráðingunum um vápnahvíld og frið í Ukraina, segði amerikanski varaforsetin í Washington í dag.