Apple umhugsar at útfasa Google frá Safari browsaranum

Sambært Reuters rindar Google 20 milliardir dollarar árliga fyri at vera leitimaskinan á Safari og iPhone.

Google hevur enntá gjørt ein AI-hátt á síni leitimaskinu, nevniliga Gemini. (Arkivmynd). - Mynd: Michael M. Santiago/Ritzau Scanpix    

Apple hyggur "aktivt" eftir at dagføra Safari og leggja AI-drivnar leitimøguleikar til kagaran.

Tað segði tænastustjórin í Apple, Eddy Cue, í rættinum mikudagin, sambært tíðindastovunum Reuters og AFP.

Cue vitnar í málinum um leitimonopolið hjá Google, sum sambært einum fyrrverandi úrskurði frá í fjør er ólógligt.

Google-leitiferðslan á Apple-tólum minkaði í farna mánaði, og tað er "ongantíð hent í 22 ár", sigur hann.

Sambært Reuters kann ein broyting í tilgongdini hjá Apple umskapa leitilandslagið, tí Safari er sett upp á umleið 2,5 milliardum virknum tólum hjá Apple.

Partabrøvini í móðurfelagnum hjá Google, Alphabet, fullu næstan átta prosent við dagslok eftir útsøgnina hjá Cue, skrivar Reuters.

Málið um ólógliga leitimonopolið hjá Google hevur verið í gongd síðani 2020. Undir málinum er komið fram, at Google rindar umleið 20 milliardir dollarar árliga fyri at vera standard leitimaskinan á Safari kagarum og iPhone hjá Apple.

Sambært Reuters svarar hetta til 36 prosent av inntøkunum hjá Google frá leitilýsingum.

Advokatar hjá stjórnini vilja hava Google at selja Google Chrome kagan.

Google hevur sjálvt innført ein AI-hátt á leitimaskinuni, sum er ætlaður at forða sínum milliónum av brúkarum í at skifta til onnur AI-modell. Tað eitur Gemini.

Í síðsta mánaði segði stjórin í Google, Sundar Pichai, at felagið vónar at fáa eina avtalu við Apple um at fáa AI-tøkni í nýggjar telefonir seinni í ár.

Málið kann enda við, at avtalurnar hjá Google við Apple og onnur verða uppsagdar.

Alternativt kundi Google fingið boð um at deilt sínar leitimaskinudátur við sínar kappingarneytar. Hetta vildi, hevur Sundar Pichar sagt, svarað til eina "de facto frásølu av leiting", skrivar AFP.

Google-málið er eitt av fleiri av fimm stórum antitrust-málum, sum amerikanska stjórnin í løtuni arbeiðir við á tøkniøkinum. Móðurfelagið hjá Facebook, Meta, stendur fyri líknandi eftirliti av sínum háttum.

Google tapti fyri stuttum eitt mál um sína lýsingatøkni og stendur tí fyri fleiri avtøkum. Væntandi verða Apple og Amazon eisini kannað, skrivar AFP.

 

/Ritzau/

 

Google hevur enntá gjørt ein AI-hátt á síni leitimaskinu, nevniliga Gemini. (Arkivmynd). - Mynd: Michael M. Santiago/Ritzau Scanpix