Jenis málar allar Føroyar homofobiskar. Hvat sigur Bárður?

“At liva sum sokallaður honoseksuellur er í stríð við ta grundlóg, sum eg havi, sum Miðflokkurin og sum eg eisini haldi, at Føroyar hava”.

 

Hetta segði Jenis í ÚF í morgun.

 

Jenis av Rana veit hvat hann ger, tá hann setir niður á samkynd. Tað riggar hvørja ferð. Fólk øsa seg - og hann og Miðflokkurin koma í fokus.

 

Jenis hevur fullan rætt til at greiða frá síni egnu og Miðfloksins støðu.

 

Men hann hevur ikki rætt til at siga, at “homoseksualitetur stríðir móti teirri grundlóg, sum Føroyar hava”.

 

Hann kann heldur ikki siga, at tað er nakað, sum “hann heldur”. Tí tað er faktuelt skeivt. Samkynd verða - eftir tógvið stríð - góðtikin í Føroyum í dag. Bæði juridiskt og sosialt.

 

Jenis tosaði sum miðfloksmaður og ikki sum uttanríkisráðharri.

 

Men hann ER kortini uttanríkisráðharri. Hann er andlit Føroya úteftir. Og tá hann tosar um hvørjum ikki bara hann og Miðflokkurin, men FØROYAR standa fyri, eigur tað at vera rætt.

 

Fólkaflokkurin hevur neyvan trupulleikar av tí, hann sigur.

 

Men kann Sambandsflokkurin liva við, at ein uttanríkisráðharri, sum Bárður Nielsen hevur sett í starv, tosar soleiðis?