Joe & The Shitboys útgeva triðju heildarútgávuna

Joe & The Shitboys. THE RESON FOR HARDCORE VIBES III.

 

Plátufelagið Tutl gevur út.

 

THE RESON FOR HARDCORE VIBES III er triðja heildarútgávan frá stovnarunum av føroyska shitpunkinum. Hon er uppfylgjarin til tvær ikoniskar heildarútgávur, ið varpaðu altjóða ljós á sterka føroyska tónleikapallin. Hóast tær kritiseraðu Føroyar, føroyingar, og yvirornaða ódámligheit, so vunnu tær virðislønir, fingu góða umtalu frá ritum so sum The Guardian og NME, og gav bólkinum ein fjepparaskara kring knøttin.

 

"Great bass, great drummer hooked up really well with the guitar, with killer riffs, and really clever and catchy and uh.. WHAM vocals" - Iggy Pop (BBC Radio 6 Music)

 

Eitt altjóða kult fylgi

Við sínum kvøssu kantum, skitna ljóði, og provokerandi tekstum, skumpa Joe & The Shitboys mørkini á punk upp aftur longri á triðju útgávuni, sum betri megnar at fanga huglagið á shitkonsertunum. Útgávan er 10 skeringar og einans 10 minuttir og 45 sekund og vísur júst hví bólkurin hevur fingið eitt altjóða kult fylgi tey seinastu fýra árini.

 

“goddamn maniacs of the highest order” - Far Out

 

Liv títt besta lív

Hetta segði Fríði Djurhuus, eisini kendur sum Joe, um THE RESON FOR HARDCORE VIBES III:

"Teir flestu sanginir eru um sjálvrealisering, normalisering og at skíta á hvat tey neiligu siga; antin við at liva títt besta lív ella við at lata onnur liva sítt besta lív. Hetta er fyrsta útgávan hjá okkum, sum er upptikin í einum studioði, og tann fyrsta, sum vit ikki sjálvir hava ljóðblanda, og tann fyrsta, sum ikki er upptikin út í eitt. Sum ektaðir sellouts. Vit fingu eisini ein nýggjan bólkalim, sum vit ynsktu at hava við á útgávuni, men vit vildu ikki endurupptaka nakað, so vit fingu hann til at spæla eitt ymiskt ljóðføri til øll 10 løgini. Hann spælur blokkfloytu á IF YOU WANNA BE A CUCK I'LL BE YOUR BULL"

 

 

 

“a phenomenal live act. Rightly revered by the underground, the group have blossomed into something truly potent” - CLASH

 

Upptikið heilt analog

THE RESON FOR HARDCORE VIBES III varð upptikin í einum gomlum analog studioði Í Støðvarfirði í Íslandi. Plátan er útgivin umvegis plátufelagið Tutl. Løgini eru longu blivin spæld nógv í BBC6 útvarpssendingini hjá punkgubbanum Iggy Pop, skrivar tutl.com.

 

THE RESON FOR HARDCORE VIBES III