Seinnapartin vera fýra dystir leiktir í 18. umfarinum í Betrideildini hjá monnum.
Tríggir dystir byrja klokkan 15. Teir eru TB-FC Suðuroy við Stórá í Trongisvági, Víkingur-B36 í Sarpugerði í Norðragøtu, og HB-EB/Streymur á ovara vølli í Gundadali í Havn.
Klokkan 17.15 byrjar dysturin við Løkin í Runavík millum NSÍ og 07 Vestur.
Hjá altjóða veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin eru NSÍ og HB greiðir favorittar á heimavølli móti 07 Vestur og EB/Streymi. Víkingur hevur eina minni favorittstøðu móti B36 á heimavølli, meðan oddsini millum TB og FC Suðuroy eru næstan heilt jøvn.
HER eru miðaloddsini upp á teir fýra dystirnar:
##med2##