John Syderbø venjari hjá Mjølnir monnunum

Tað er eitt kent Mjølnir andlit, sum fer at taka sær venjaragerninginum hjá besta mansliðnum hjá Mjølnir komandi ár

Mynd: (Norðlýsið)

-  Vit ætla okkum at byggja á góðu úrslitini frá undanfarnu árunum og verða í toppinum. Vit skulu út í Europa og har vilja vit eisini royna at gera ein góðan figur, sigur John Syderbø í stuttari viðmerking til Norðlýsið.

 

John Syderbø er uppvaksin í Mjølnir, hann byrjaði at spæla flogbólt sum 12 ára gamal og hann kom á besta liðið sum 18 ára gamal. Hann hevur vunnið 2 meistaraheiti fyri Mjølnir og var við til at vinna fyrstu steypafinaluna í Føroyum í ár 2000 við Mjølnir. John hevur harumframt leikt í Danmark við VK74 í Ålborg, skrivar Norðlýsið.

 

John hevur verið venjari hjá Mjølnir fyrr, tá hann var leikandi venjari í 2002. Hann hevur eisini vant Fleyr menninar í tvey ár.

 

Mynd: (Norðlýsið)