Jólaskipið kemur inn á Vágsbotn

Fjarrit er komið frá jólaskipinum, sum boðar frá at skipið kemur inn á Vágsbotn leygardagin 9. desember klokkan 15. Umborð á jólaskipinum eru fleiri jólamenn, og teir gleða seg at heilsa uppá øll børnini

GHM spælir hugnaligan jólatónleik undir Bryggjubakka, meðan jólamennirnir bjóða karamellur. Síðani leggja jólamennirnir leiðina niðan í vakurt prýdda Amtmansgarðin, har Ríkisumboðið bjóðar holukøkur og kakao.

 

Forvitnisligi jólamarknaðurin á Vaglinum og í Betri garðinum hevur opið frá kl. 12 til 18.

 

Á pavilionini í Tinghúsgarðinum:

 

16.00 Frelsunarherurin spælir jólatónleik.

 

16.30 Ælabogin spælir jólatónleik

 

Jólamenn ganga í býnum og bjóða karamellur.

 

Handlar í Miðbýnum hava opið til kl. 18 og í SMS hava handlarnir opið til klokkan 20.