Jónas og Leivur eru bjargaðir - Rói kann enn flyta upp

Eitt undur skal til um Rógvi Dal-Christiansen og liðfelagarnir í Roskilde skulu yvirliva í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Í dag vóru tvey føroyingalið í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.

 

Jónas G. Djurhuus, Leivur Mortensen og liðfelagarnir í FIF vunnu á heimavølli ein sera týðandi 26-21 (14-10) sigur á Rækker Mølle. 

 

Sigurin merkir, at nú er tað 100 prosent víst, at FIF fær eitt nýtt kappingarár í næstbestu donsku deildini. FIF hevur 20 stig, og Otterup sum er triðaftast við 13 stigum kann í mesta lagi fáa 19 stig.

 

Jónas gjørdist næstbesti málskjúttin hjá FIF við seks málum í dag. Leivur Mortensen skoraði eitt mál.

 

Hvaðna verri sær út hjá Rógva Dal-Christiansen og liðfeløgunum í Roskilde. Roskilde var fyri stórtapi 18-34 (10-22) móti Grindsted á heimavølli í dag.

 

Roskilde er aftast í deildini við bert níggju stigum. Fýra stig eru upp til Odder á Fjórðaftasta plássinum, og tá hevur Odder tríggjar dystir eftir, meðan Roskilde bert hevur tveir. Skal Roskilde yvirliva mugu teir vinna á bæði Odder á útivølli 25. mars, og á Aarhus HC á heimavølli 1. apríl. Samstundis má Odder tapa allar tríggjar dystirnar hjá sær. So tað sær vónleyst út hjá Roskilde.

 

Rógvi skoraði eitt mál fyri Roskilde í dag. 

 

Ajax er vegna húsagangin í fjør heyst longu flutt niður. 

 

Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ megnaðu ígjárakvøldi javnleik 26-26 (12-10) móti oddaliðnum, Ringsted á útivølli.

 

HØJ er nummar fýra í deildini við 28 stigum. Men HØJ hevur bert eitt stig upp til nummar tvey, Team Sydhavsøerne og nummar trý, Skive sum bæði hava 29 stig hvør.

 

Ringsted er fremst við 33 stigum. Tað er bert tað fremsta liðið sum flytur beinleiðis upp í bestu deildina. Nummar tvey og trý spæla upp- og niðurflytingardystir móti liðum úr bestu deildini.

 

Nr.Lið:Dystir:Stig: 
1TMS Ringsted2133
2Team Sydhavsøerne2129
3Skive fH2229
4HØJ 2128
5TM Tønder2121
6Grindsted2121
7Aarhus HC2121
8FIF2120
9Rækker Mølle2120
10IK Skovbakken2219
11 

Odder

 
2113
12Otterup HK2113
13Roskilde229