- Fimm partrolarapør fiska í løtuni upsa og annan hvítfisk, tvey pør fiska gulllaks, og eitt partrolarapar liggur við bryggju.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
- Fiskiskapurin hjá partrolarunum hevur verið hampiligur, men er nú minkaður aftur.
Umframt upsa, fáa partrolararnir, sum ikki eru á gulllaksaveiði, mest av upsa, men skipini fáa eisini nakað av hvítingi, hýsu, longu og toski.
- Flestu partrolarapør koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.
Tríggir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva, ein fiskar undir Føroyum, og ein er á Flemish Kap.
- Fiskiskapurin hjá djúpvatnstrolarunum undir Føroyum er smáligur.
Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at tveir eru norðanfyri. Teir fáa mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski.
- Fiskiskapurin hjá trolbátunum er brúkiligur. Báðir, sum eru úti í løtuni, koma inn at landa fyrst í næstu viku.
At enda verður sagt, at tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku.
- Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.