Jórun Pólsdóttir tikið sæti á Løgtingi

Jenis av Rana er í farloyvi úr Løgtingssessi sínum, og í hansara tingsess kemur Jórun Pólsdóttir.

Hetta er fyrstu ferð, at Jórun tekur sæti á Løgtingi.

 

Jórun Pólsdóttir býr í Fuglafirði og er útbúgvin lívfrøðingur. Hon hevur egna ráðgevarafyritøku, sum millum annað ger umhvørviskanningar.  

 

– Vit kenna eisini Jórun fyri hennara eldhuga fyri  fuglalívi í Føroyum. Saman við Silas Olofsson hevur hon givið út bókina ”Fuglar okkara”, skrivar Miðflokkurin í tíðindaskrivi.

 

Jórun fekk 71 atkvøður á seinasta Løgtingsvali. Hon er onnur kvinnan,  sum hevur hevur umboða Miðflokkinn á Løgtingi.

 

Tann fyrra var Charlotta á Váli Olsen, sum røkti varatingsessin  í 2002.

 

Annars er Bill Justinussen fyrsti varamaður hjá Miðflokkinum á tingi. Annað varafólk er Rósa Tyril Gaardlykke, og síðani er Jórun Pólsdóttir triðja varafólk.

 

Soleiðis var býtið av persónligu atkvøðunum á listanum hjá Miðflokkinum við seinasta løgtigngsval:

 

1               Jenis av Rana 722 atkvøður

 

2               Steffan Klein Poulsen 518 atkvøður

 

3               Bill Justinussen 382 atkvøður

 

4               Rósa Tyril Gaardlykke 93 atkvøður

 

5               Jórun Pólsdóttir 71 atkvøður

 

6               Aksel Kambsskarð Berg 69 atkvøður

 

7               Jann Johannesen 66 atkvøður

 

8               Terje B. Vestergaard 64 atkvøður

 

9               Rani Andrasson Skaalum 33 atkvøður

 

10            Bjørg av Rana 29 atkvøður

 

11            Ólavur í Geil 27 atkvøður

 

12            Jóhanna Niclasen 13 atkvøður

 

13            Frank Jacobsen 12 atkvøður

 

14            Palma S. Rasmussen 9 atkvøður