Kaj Leo og liðfelagarnir leiktu javnt móti oddaliðnum

Njarðvík fekk eitt stig móti Fjölnir

Kaj Leo í Bartalsstovu var 83 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Njarðvík tóku móti oddaliðnum í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini, Fjölnir á heimavølli.

 

Dysturin endaði við javnleiki 0-0, ið merkir, at Fjölnir framvegis er fremst í deildini.

 

Fjölnir er fremst við 33 stigum. Eitt stig aftanfyri Fjölnir er ÍBV við 32 stigum. Keflavík er triðfremst við 28 stigum, og Njarðvík er nummar fýra við 27 stigum.

 

Komandi sunnudag klokkan 15 spælir Njarðvík á útivølli móti ÍR, ið eins og Njarðvík hevur 27 stig fyri 17 dystir.