Ein minniluti av amerikanarum tekur undir við ætlanunum um, at USA skal trýsta Danmark at selja Grønland.
Í kanning, sum granskingarstovnurin Ipsos hevur gjørt fyri tíðindastovuna Reuters, søgdu 16 prosent seg taka undir við hesum. Kanningin varð gjørd mánadagin og týsdagin í kjalarvørrinum av, at Trump hevur tikið við sum forseti.
Kanningin, sum varð gjørd millum 1.077 vaksnar amerikanarar um alt landið og hevur eina óvissu uppá fýra prosentstig í hvønn veg, vísir eisini meira generelt lítlan stuðul til ætlanirnar hjá Trump um at víðka um amerikanska landaøkið.
21 prosent av teimum spurdu eru samd um, at USA hevur rætt til at víðka sítt øki vestureftir.
29 prosent taka undir við, at USA skal taka ræðið á Panamaveitini aftur.
Donald Trump, sum fyrstu ferð vísti á ynski um at keypa Grønland í 2019, hevur sagt, at hann ikki kann vísa aftur at USA kann brúka hernaðarligan ella búskaparligan tvingsil til at fáa amerikanskt vald og ognarrætt yvir Grønlandi.
J. D. Vance, sum varð innsettur sum varaforseti mánadagin, segði seinni, at USA nýtist ikki at brúka hermegi og longu hevur hermenn í Grønlandi.
Trump nevndi ikki ætlanir sínar um Grønland, tá hann helt sína setanarrøðu mánadagin. Men seinni varð hann spurdur um málið:
- Grønland er eitt frálíkt stað, og vit hava brúk fyri tí fyri at tryggja altjóða trygd, segði Donald Trump.
Í eini nýggjari veljarakanning, sum Suffolk University hevur gjørt í samstarvi við USA Today, stuðlaði bert ein minniluti ynskinum hjá Trump um at ogna sær Grønland.
Umleið 53 prosent av kanningarsvararunum halda, at tað er eitt ringt hugskot, og 29 prosent halda, at tað er eitt gott hugskot, men at tað ikki er realistiskt, at tað hendir.
11 prosent halda, at Trump-stjórnin eigur at gera alt hon kann fyri at fáa tað at henda.
Kanningin hjá Reuters/Ipsos mánadagin og týsdagin vísir eisini, at 47 prosent av amerikanarum stuðla forsetaembætinum hjá Trump, og 46 prosent stuðla innflytarapolitikki hansara.
/Ritzau/