Óvæntað tilgongd í HB

Betri deildin menn: HB fær tilgongd av einum spælara, sum hevur spælt í 1.deild í fjør

In.fo hevur fingið váttað, at HB er í holt við at gera sáttmála við Marley Blair, sum í fjør spældi við AB. 25 ára gamli bretin er vongur og var sum skilst ætlaður sum annaðval á vonginum fyri Áka Samuelsen. Nú hevur HB selt Áka Samuelsen og ongin er enn komin í hansara stað.

 

Tað kemur helst óvart á tey flestu, at HB hevur leitað sær eftir Marley Blair. Hann er skjótur og kvikur á bóltinum, men samanlagt vóru avrikini ikki so sannførandi á Argjum í fjør.

 

Marley Blair var í fimm ár partur av akademinum hjá enska stórfelagnum Liverpool. Hann spældi á U18-liðnum hjá felagnum og hevði eisini onkra hendinga venjing við Premier League-stjørnunum. Í 2018 skifti hann til annað Premier League-felag, Burnley, har hann var partur av U21-liði felagsins í hálvtannað ár. Frá 2021 til 2023 spældi hann við Keflavík í bestu deildini í íslandi. Tá Marley Blair skifti til AB í fjør, skrivaði heimasíðan soleiðis:

 

- Sum eitt kuriosum kann nevnast, at Marley ikki er tann einasti í familjuni, sum spælir fótbólt. Marley hevur ein yngri beiggja, Harvey Blair, ið framvegis spælir við Liverpool. Harvey er 20 ára gamal, spælir við U21-liðnum og hevur enntá spælt ein dyst í Carabao Cup á besta liðnum. Hetta var 27. oktober oktober 2021 í dysti ímóti Preston North End, skrivaði AB.

 

Marley Blair sigst verða komin til landið og skal gera sáttmála í næstum.