Seinastu árini eru fleiri umvælingar og dagføringar gjørdar í Tofta skúla.
- Eitt nú eru dagføringar gjørdar í svimjihøllini, 1958-bygningurin er klæddur, og nýggj tónleikahøli eru gjørd.
Tað siga tey í Nes kommunu í dag.
Her vísa tey á, at í summar bað kommunan eisini um tilboð frá fleiri veitarum um at endurnýggja og umbyggja hølini til alis- og evnafrøði í skúlanum.
Nú hevur býráðið so samtykt at taka av tilboðnum frá byggifyritøkuni KBH at gera hetta arbeiðið, sum ætlandi fer í gongd í næstum.
Í morgun varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum partarnar.
Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og Helgi Johannesen, stjóri, undirskrivaði vegna KBH.
Tað er Teknistovan í Gøtu, sum hevur projekterað, og hon fer eisini at hava eftirlitið við arbeiðnum fyri Nes kommunu.