Ókend smittuketa aftur í Føroyum

Fimm tilburðir í gjár, og tveir teirra koma frá ókendari keldu

Fimm nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Ein teirra er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanning á flogvøllinum.

Ein annar persónur fekk staðfest smittuna við einari kanning seks dagar eftir, at viðkomandi var komin til Føroya úr útlondum. Tann triði smittutilburður hevur samband við persónin, ið varð staðfestur á sætta dags kanningini.

Í løtuni er óvist, hvussu tveir persónar hava fingið smittuna. Allir fimm persónarnir eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 1743 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 182.959 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 539 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 516 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 23 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna