Fyri aðru ferð í tvey samdøgur á rað sigur kinesiska verjumálaráðið, at Kina hevur jagstrað eitt amerikanskt herskip úr kinesiskum sjógvi.
Verjumálaráðið í Beijing upplýsir í dag, at talan í báðum førum er um amerikanska herskipið og oyðaran, USS Millus.
Herskipið var sambært verjumálaráðnum komið inn í kinesiskan sjógv har suðuri í Kinesiska Havinum við Paraselloyggjarnar.
- Vit krevja, at USA í stundini steðgar slíkum atgerðum. Annars kann hetta fáa álvarsligar og ókendar fylgir, sigur eitt talsfólk fyri kinesiska verjumálaráðið.
Men, í USA vóru tey skjót at svara aftur boðunum úr Beijing. Her varð sagt, at skipið hevði brúkt síni rættindi at sigla í Kinesiska Havinum, nærindis Paraselloyggjunum.
Í kinesiska verjumálaráðnum siga tey, at USS Millus eisini hósdagin var um hesar leiðir, men tá segði USA, at talan var um ósonn tíðindi.
- USS Millus ger rutinuuppgávur, og USA fer at halda fram við at flúgva, sigla og vera um øll høv, har landið hevur loyvi til tess sambært fólkarættinum, sigur amerakanska herflotaleiðslan.