Kitty Trúgvadóttir sett sum leiðari

Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum hevur góðkent, at Kitty Trúgvadóttir verður sett sum leiðari fyri frítíðarundirvísingina í Sunda kommunu.

Á býráðsfundi 25. mars 2024 samtykti býráðið, at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum og heita á Barna- og útbúgvingarmálum um at góðkenna setan av Kitty Trúgvadóttir sum leiðara fyri frítíðarundirvísingina.

 

Kitty er útbúgvin ergoterapeutur og hevur drúgvar royndir at arbeiða við fólki. Starvið sum leiðari fyri fríðtíðarundirvísingina er parttíðarstarv og Kitty fer at røkja starvið við síðurnar av sínum dagliga yrki sum ergoterapeutur hjá VEKS. 

 

Aðaluppgávan hjá leiðarinum er at tryggja, at kvøldskúla tilboðið í kommununi mennist, og at lærugreinirnar eru fjølbroyttar og áhugaverdar fyri bæði kyn og allar aldursbólkar.

 

Kitty hevur røkt starvið sum leiðari fyri frítíðarundirvísingina í 23/24, og er longu farin í gongd við at gera skránna og finna undirvísarar til skeiðini í 24/25.

 

Skráin verður liðug síðst í august, og verður síðani løgd á heimasíðuna og faldari borin út til øll húski í Sunda kommunu.

 

Vit ynskja Kitty hjartaliga tillukku við starvinum og blíðan byr, skrivar Sunda kommuna á síni heimasíðu.