Kjartan og Bækkelaget taptu fyri botnliði

Bækkelaget var fyri stórum afturstigi í royndunum at vinna seg í endaspælið

Tað sum er alt avgerandi í bestu norsku hondbóltsdeildini hjá monnum er at vinna seg millum átta tey ovastu í grundspælinum. Tað gevur rætt til luttøku í endaspælinum.

 

Tí var tað fyri Kjartan Johansen og liðfelagarnar í Bækkelaget sera týdningarmikið at vinna heimadystin móti botnliðnum, Sandnes í kvøld.

 

Men ólukkutíð fór Sandnes við sigrinum. Sandnes vann dystin 29-27. Bækkelaget rann aftaná tað mesta av dystinum. Í steðginum var Sandnes á odda 15-11, og eitt skiftið í seinna hálvleiki var Sandnes á odda 24-16. Seinasta korterið lá betur fyri hjá Bækkelaget, og tá ein minuttur og 35 sekund vóru eftir hevði Bækkelaget javnað til støðuna 27-27. Men seinastu løtuna misti heimaliðið alt á gólvið, og Sandnes kundi ferðast heim til Rogalands við tveimum stigum aftaná ein 29-27 sigur.

 

Kjartan skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál hjá Bækkelaget í kvøld. Tað er eingin ivi um, at landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff Larsen heldur eitt vakið eygað við gongdini hjá Kjartani áðrenn næstu landsliðsúttøku. 

 

Bækkelaget er nummar 10 í deildini við 14 stigum. Bert tvey stig eru upp til nummar átta, Kristiansand sum hevur 16 stig.

 

Komandi mikukvøld spælir Bækkelaget móti triðfremsta liðnum, Runar Sandefjord á útivølli.