Mest sannførandi vinnarin av øllum er Kjósin. Gentubáturin í Kollafirði vann tríggjar tær fyrstu ferðirnar – á norðoyastevnu, sundalagsstevnu og jóansøku – og aftur á varmakeldustevnu í Fuglafirði var Kjósin sannførandi vinnari.
Sum myndin vísir, so vóru tað ikki tikin nógv tøk, tá ið Kjósin stakk seg framum hinar bátarnar, og so var spurningurin ikki, hvør fór at vinna, men hvussu trivaligur sigurin hjá gentunum í Kollafirði fór at verða, og hvør fór at vinna kappingina um næstfremsta plássið.
Tað vóru meiri enn 12 sekund frá Kjósini og aftur til næsta bátin. Tað vil siga, at tað vóru tað mestga av fimm bátslongdum frá tí, at Kjósin fór um málstrikuna, og inntil næsti báturin fór um málstrikuna.
Í FM kappingini er Malunarhav næstfremst, og eisini í Fuglafirði var tað Malunarhav, sum á heimasjógvi var næstfremst. Kappingin var stór við Spógvan av Glyvrum.
##med2##