Tað er Kjósin úr Kollafirði, og so eru tað hinir bátarnir. Meðan tað í onkrum kappingum á fjarðastevnu á Skála í dag hava verið aðrir vinnarar, enn tað vóru á varmakeldustevnu í Fuglafirði fyri einari viku síðani og aðrir vinnarar, enn tað hava verið fyrr í ár, so er søgan tann sama í kappingini millum 5-mannafør við gentum 17 – 18 ára gamlar.
Kjósin sprakk avstað, og Kjósin hugdi ongantíð afturum seg. Fram ímóti málinum sýndu kollfjarðargentur uppvísning í áralagi og hvussu tøkini skulu takast. Kjósin var knappiliga níggju sekund undan næsta bátinum.
Higartil í ár hevur Malunarhav úr Fuglafirði verið næstbest. Á Skála vann Blikur av Argjum kappingina um næstfremsta plássið, og tað ber við sær, at Kjósin er seks stig undan Malunarhavi í FM kappingini. Tað skal ganga illa og ógvuliga illa, um tað ikki fer at enda við, at Kjósin fer at vinna FM.
##med2##