Genturnar úr Kollafirði hava verið heilt suverenar í alt summar, og soleiðis var tað eisini í dag.
Kjósin hevði seks sigrar í seks kappingar við sær í viðførinum úr Kollafirði og suður í høvuðsstaðin, og tá ið tær einaferð fara norður aftur til Kollafirðar, eftir at tær hava hildið ólavsøku, so eru sjey sigrar og FM heitið í viðførinum.
Felags fyri sigrarnar í summar hjá 5-mannafarinum í Kollafirði hevur verið, at sigrarnir eru vunnir við so sera sannførandi avrikum. Soleiðis var tað eisini í dag. Kjósin og Blikur av Argjum fingu besta startin, men tá ið startspurturin var av, legði Kjósin seg á odda, og so var spurningurin bara, hvussu sannførandi sigurin fór at verða, og hann varð sera sannførandi.
Í dag var Spógvin næstfremstur. Hann var eina bátslongd frammanfyri Malunarhav, sum í FM kappingini endaði á øðrum plássi og vann silvur frammanfyri Spógvan.