Klæmint veit vegin til málið hjá Moldova

Níggju tær seinastu ferðirnar er toppskjúttin farin av vøllinum uttan at hava skorað

Tað letur til, at Føroyar í kvøld fara at spæla við tveimum monnum í fremstu røð. Tróndur Arge, sum er staddur í Moldova, heldur seg á in.fo vita, at tað vera teir báðir føroysku liðfelagarnir í íslendska Breiðablik, Patrik Johannesen og Klæmint A. Olsen, sum fara at manna tvær tær fremstu ódnirnar.

 

Klæmint A. Olsen hevur í 54 landsdystum skorað 10 mál. Síðsta ferðin, at hann var málskjútti á landsliðnum, var 15. november í 2021, tá ið Føroyar á útivølli í Ísrael taptu 3-2.

 

Síðani hevur Klæmint níggju ferðir verið í dysti fyri Føroyar, uttan at tað er eydnast honum at skjóta mál.

 

Klæmint er besti føroyski málskjúttin saman við Rógva Jacobsen, sum eisini hevur skorað 10 mál. Um tað eydnast Klæminti at skora í kvøld, so fer hann einsamallur at eiga føroyska landsliðsmáltindin.

 

Klæmint A. Olsen hevur 54 ferðir umboðað Føroyar. Í kvøld verður tað fyrsta ferðin, at hann ikki er á landsliðnum sum NSÍ spælari. Orsøkin er, at hann undan hesum kappingarárinum flutti til Ísland og Breiðablik.

 

Klæmint A. Olsen hevur áður skorað ímóti Moldova. Tað var 7. september í 2021, tá ið Føroyar á heimavølli vunnu 2-1, og Klæmint A. Olsen miðskeiðis í seinna hálvleiki legði Føroyar á odda, og Heini Vatnsdal fýra minuttir seinni økti um munin til 2-0, áðrenn Moldova seks minuttir undan leikloki minkaði um munin.