Fyrr í dag vunnu dreingirnir umborð á Fípuni Føgru hjá Klaksvíkar Róðrarfelag kappróðurin millum teir 17 – 18 ára gomlu, og nú vunnu dreingirnir umborð á Sævarmoy kappingina millum teir yngru dreingirnar.
Beinanvegin frá startskotinum vóru tað Fípan Fagra, Geytin og Báran, sum stungu seg undan hinum nógvu bátunum, og tað vóru hesir tríggir bátarnir, sum allan kilometralanga teinin kappaðust um heiðursmerkjaplássini.
Sævarmoy hjá klaksvíkingum hevði hug at stinga seg framum hinar báðar bátarnar, men Geytin og Báran vildu ikki sleppa. Sævarmoy var ongantíð leys av kappingarneytunum, sum klaksvíksdreingir høvdu í stýriborð og bakborð, og Geytin og Báran vóru støðugt í øgiligari kapping um næstfremsta plássið.
Tað eydnaðist ongantíð avbjóðarunum heilt at leggja upp á síðuna á Sævarmoy, og eingin ivi var, tá ið bátarnir fóru um málið, at Sævarmoy hevði vunnið. Geytin var stavnin undan Báruni, og so vóru tað fleiri bátslongdir aftur til Ingibjørg, sum var eina bátslongd undan Havfrúnni og Dúgvuni.