Kloakkarbeiðið í Kvívík heldur fram

- Maskinurnar koma til Kvívíkar í hesi vikuni og tað fyrsta, sum verður gjørt, er, at grivið verður í Víkarvegin, siga tey í Kvívíkar kommunu.

- Nú verkfallið er av, er ætlanin hjá Kvívíkar kommunu at halda fram við arbeiðnum við kloakkini í Kvívík.

 

Tað siga tey í Kvívíkar kommunu.

 

Sagt verður, at í summar er ætlanin at knýta húsini, sum liggja millum bussskýlið og vegin Uppi í Trøð, í kloakkina.

 

Samstundis ætlar kommunan at skifta vatnleiðingina í økinum. Tað eru stoypijarnsrørini, sum skulu skiftast út við plastrør.

 

Maskinurnar koma til Kvívíkar í hesi vikuni og tað fyrsta, sum verður gjørt, er, at grivið verður í Víkarvegin.

 

- Her verður grivið frá bussskýlinum og yvir til vegin Uppi í Trøð. Byrjað verður við fjósinum hjá Dánjal Joensen.

 

Lagt verður aftrat, at meðan arbeiðið verður gjørt, verður hesin parturin av Víkarvegnum stongdur fyri gjøgnumkoyring.

 

- Hesa tíðina verður koyrandi á Túni, sum tey siga í Kvívíkar kommunu, nú kloakkarbeiðið verður tikið uppaftur.