Fólk av sama kyni kunnu nú giftast í Teilandi

Lóg um hjúnaband millum persónar av sama kyni kemur helst í gildi í Teilandi seinni í ár.

LGBTQ+stríðsfólk hátíðarhalda samtyktina av nýggjari lóg í Teilandi í dag. - Foto: Lillian Suwanrumpha/Ritzau Scanpix

Senatið í Teilandi hevur í dag samtykt eina lóg, sum viðurkennir hjúnaband millum persónar av sama kyni.

Harvið verður Teiland skjótt triðja landið í Asia, ið viðurkennir hjúnaband millum persónar av sama kyni. Hini eru Nepal og Teivan.

Lógin, sum kemur í gildi 120 dagar eftir at hon er almannakunngjørd í almennu útgávuni av Royal Gazette – verður nú send víðari til kongin, Maha Vajiralongkorn.

Hann skal eisini góðkenna hana.

LGBTQ+-stríðsfólk siga samtyktina vera eitt stór stig framá.

130 limir í senatinum atkøvddu fyri, og fýra atkvøddu ímóti.

18 atkvøddu ikki.

– Í dag er dagurin, har teilendska fólkið fer at smíla, segði tinglimurin Tunyawaj Kamolwongwat úr framsóknarflokkinum Gangið Framá fyri atkvøðugreiðsluna.

– Tað er ein sigur fyri fólkið.

– Í dag hendir tað endiliga í Teilandi, sigur tinglimurin.

Nýggja lógin broytir tilsipingar til »menn«, »kvinnur«, »konur« og »ektamann« í lóggávuni.

Tað verður skift út við kynsneutralar lýsingar.

Lógin gevur eisini pørum av sama kyni somu rættindi sum hinskynd pør, tá tað snýr seg um ættleiðing og arg.

Sretthja Thavisin, forsætirsráðharri, sum hevur víst sín stuðul til LGBTQ+ bólkar, fer at lata upp almenna bústað sín fyri aktivistum og stuðlum í sambandi við hátíðarhald fyri samtyktini seinni.

Aktivistar hava eisini ætlarnir um hóphátíðarhald við millum annað einum dragshowi í miðbýnum í Bangkok.

Har hevur ælabogaflaggið hingið úr stórum handilshúsum fyri at vísa sín stuðul til lógaruppskotið síaðni fyrst í Pride-mánaðinum juni.

Teiland hevur leingi borið orð fyri at verið opið sinnað fyri LGBTQ+ bólkum. Kanningar í miðlum á staðnum hava víst stóran stuðul frá almenninginum til málið.

Yvir 30 lond kring heimin hava loyvt hjúnalag millum fólk av sama kyni, síðani Holland gjørdi tað sum fyrsta land í 2001.

Danmark var fysta landið i heiminum, sum loyvdi skrásettum parlag millum tveir persónar av sama kyni. Tað var í 1989.

23 ár seinni – 15. juni í 2012 – sluppu fólk av sama kyni at giftast og vígast í fólkakirkjuni.

Í Føroyum fingu fólk av sama kyni rætt at giftast 1. juli í 2017. Men tey kunnu bara giftast borgarliga, fólk av sama kyni kunnu ikki giftast í føroysku fólkakirkjuni.

/ritzau/AFP

 

LGBTQ+stríðsfólk hátíðarhalda samtyktina av nýggjari lóg í Teilandi í dag. - Foto: Lillian Suwanrumpha/Ritzau Scanpix