Í brævi 7. november 2024 til Stýrið fyri AMEG (Samhaldsfasta) ger Landsfelag Pensjónista vart við, at útgjøldini úr Samhaldsfasta, sum fara at koma í 2025, í veruleikanum ikki eru prístalsjavnað. Mánaðargjaldið úr Samhaldsfasta hækkar frá 1. januar 2025 við 130 kr.
Felagið vísti í brævinum á, at henda hækkingin av røttum átti at verið útvið tríggjar ferðir størri tvs. 328 kr. um mánaðin fyri at samsvara við prísvøkstrinum í tíðarskeiðnum november 2021 til august 2024.
Talan er tí bara um eina partvísa prísstilling í 2025, og har aftrat verður eingin vanligur vøkstur í útgjaldinum.
Felagið vísti í sama viðfangi eisini á, at skatturin av inngjøldum og útgjøldum úr Samhaldsfasta gevur landskassanum eina inntøku upp á fleiri 100 mió. kr. um árið.
Landsfelag Pensjónista heitti tí í brævinum á Stýrið fyri AMEG at endurskoða útgjaldið fyri 2025, og heitti samstundis á Landsstýrið at avtaka dupultskattingina av Samhaldsfasta, tvs. grunninum, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga.
Men í svari frá Stýrinum fyri AMEG 15. november upp á brævið frá Landsfelagnum, fær Landsfelagið greitt at vita, at Stýrið fer ikki at broyta útgjaldið fyri 2025.
Í svarinum frá Samhaldsfasta fáa vit í tí sambandi sendandi eina strikumynd, sum vísir talið av pensjónistum fram til 2062.
Vit undrast og spyrja, hvat hetta hevur við áseting av útgjøldum úr Samhaldsfasta at gera. Nevnt verður eisini í svarinum, at ognin hjá grunninum fer at minka komandi árini, tí at talið av pensjónistum økist.
Haldføristrupulleikin mál hjá politisku skipanini
Um hetta kunnu vit siga, at Samhaldsfasti skal røkjast eftir áseting í kunngerð, sum ikki við einum orði nevnir, at Samhaldsfasti skal brúkast til at tryggja haldførið hjá landsbúskapinum. Haldføristrupulleikin er eitt mál hjá politisku skipanini at taka sær av, og liggur hetta tí uttan fyri heimildirnar hjá Stýrinum fyri AMEG, tá talan er um røkt, inngjald og útgjald úr grunninum.
Stýrið ásannar tó í sinum svari, at útgjaldið úr grunninum síðstu trý árini ikki hevur fylgt við inflatiónini, og Stýrið leggur aftrat, at “hetta er tí inflatiónin hevur verið sera høg hesi ár.”
Vit standa aftur spyrjandi, tí, er tað ikki netupp, tá inflatiónin er høg, at grunnurin skal vera við til at bøta um hjá pensjónistunum fyri fíggjarligu avleiðingarnar, sum koma av høgu inflatiónini?
Landsfelagið stendur fast við tann veruleika, at bæði inngjøld og útgjøld úr Samhaldsfasta verða skattað, tvs. talan er um dupultskatting. Stýrið fyri AMEG vil tó ikki taka undir við hesum, tí, sum tað sigur, tað eru ikki somu persónar, sum rinda inn í grunnin, og teir, sum fáa útgjald úr grunninum. Hetta má sigast at vera jura av heilt serligum slag, tí er tað ikki gingið upp fyri Stýrinum, har tvey umboð fyri arbeiðsmarknaðin hava sæti, at tey, sum fáa útgjald úr grunninum, eru júst tey somu, sum á sinni rindaðu í grunnin.
Samhaldsfasti má ikki skattast fyri 3. ferð
Samhaldsfasti varð í síni tíð settur á stovn at tryggja øllum pensjónistum rímiliga eftirløn, tí mett varð, at tað fór at verða trupult at hækka játtanina til fólkapensjónina samsvarandi fíggjarliga tørvinum hjá pensjónistunum komandi árini.
Nú at fara at skerja útgjaldið úr Samhaldsfasta fyri at loysa ein møguligan fíggjarligan trupulleika hjá landskassanum einaferð langt úti í framtíðini, er at skatta grunnin á triðja sinni.
Og hetta hendir samstundis sum pensjónsaldurin verður hækkaður. Nakað sum eisini fer at gera, at komandi pensjónistar skulu bíða í fleiri ár, áðrenn teir kunnu rokna við at fáa útgjald úr Samhaldsfasta.
Vit spyrja: Er neyðugt hjá myndugleikunum at fáa sær bæði í posa og í sekk?
Havandi omanfyri standandi í huga, fer Landsfelagið enn eina ferð at heita á Stýrið fyri AMEG at endurskoða útgjaldið úr grunninum í 2025.
Argir 22. nov. 2024
v. Landsfelag Pensjonista
Beate L. Samuelsen, forkvinna