Konsertir við Bárði á Lakjuni komandi vikuskiftið

Bárður á Lakjuni fer at hava konsertir í Gamla Skúla í Sørvági og í Nebo á Toftum

Við væl mannaðum tónleikabólki og kórsangarum fer Bárður á Lakjuni á pall komandi vikuskiftið, 29. og 30. oktober.

 

Leygarkvøldið 29. oktober klokkan 20 verður konsert í Gamla Skúla í Sørvági, og sunnukvøldið 30. oktober klokkan 19:30 fer Bárður á Lakjuni á pall í Nebo á Toftum. Hervør á Torkilsheyggi, sum seinastu árini hevur givið fleiri stakløg út, fer at byrja konsertina í Nebo við nøkrum av sínum sangum.

 

Í februar 2020 gav Bárður fyrstu – og higartil einastu – solo-útgávu sína út undir heitinum “Lívsins dansur”. Fleiri av sangunum á útgávuni hava verið nógv at hoyrt, og á konsertini fer Bárður sjálvsagt eisini at framføra m.a. ”Eg uttan teg”, ”Lívsins dansur” og ”Fóður hevur fylgjur”. Nýtt tilfar verður eisini at hoyra, og haraftrat fer Bárður eisini at framføra einstakar sangir hjá Lenoard Cohen við týðingum eftir Niels Midjord, sála.

 

Nærri kunning er á atgongumerki.fo og á gjamma.com.