HAVNADAMUR ENDURVUNNU GULLIÐ
Sanna og Mia Thorkikdshøj, HBF, vunnu finaluna við spennandi og drúgvan tveysettara ímóti Lenu Mariu Joensen og Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF. Settini endaðu 21-17, 25-23.
17 ÁRA GAMAL FØROYAMEISTARI
Í finaluni í tvímansleiki hjá monnum vann 17 ára gamli Tóki Yngvason Guttesen saman við Fai Yin Wong ein sera spennandi trýsettara ímóti Jónas Djurhuus, HBF, og Árant á Mýrini, MBF. Settini endaðu 21-17, 21-23 og 21-14.
MIA OG RÚNI SIGRAÐU Á MIRIAM OG ASBJØRN
Tað gjørdist ein sera undirhaldandi og spennandi trýsettari, tá føroyameistarin í mix bleiv funnin. Mia Thorkildshøj og Rúni Øster, HBF, vunnu á Miriam í Grótinum og Asbjørn Heide Olsen, HBF, við settunum 15-21, 21-13 og 25-23.
FINALUR Í EINMANSLEIKI SEINNAPARTIN
Í einmansleiki verða finalurnar leiktar seinnapartin, har KVF vísir dystirnar.
Tvímansleikur, kvinnur:
1. Sanna og Mia Thorkildshøj, HBF
2. Lenu Mariu Joensen og Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF
3. Julianna í Heiðunum & Miriam í Grótinum, HBF, og Ranja Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF
Tvímansleikur, menn:
1. Tóki Yngvason Guttesen og Fai Yin Wong, HBF
2. Jónas Djurhuus, HBF, og Árant á Mýrini, MBF
3. Hákun Thorkildshøj Sigvardsen & Asbjørn Heide Olsen, HBF, og Christian Berg Petersen og Leiki Dal-Christiansen, HBF
Blandaður tvímansleikur:
1. Mia Thorkildshøj og Rúni Øster, HBF
2. Miriam í Grótinum og Asbjørn Heide Olsen, HBF
3. Lena Maria Joensen, KBF, & Jónas Djurhuus, HBF, og Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF, & Árant á Mýrini, MBF
##med2##
##med3##
##med4##