Kornavtalan millum Russland og Ukraina heldur fram

Sambært tíðindastovuni Reuters verður longda avtalan hin sama, sum nú er galdandi millum partarnar.

Myndin er tikin á einari vitjan hjá ST-aðalskrivaranum, Antonio Guterres, í Ukraina.

Í dag veit russiska tíðindastovan Tass at siga, at nógv umrødda kornavtalan millum Russland og Ukraina heldur fram.

 

Avtalan skuldi annars ganga út í hesum mánaðinum.

 

Tað er varauttanríkisráðharrin í Russlandi, Alexander Grushko, sum er keldan til hesi tíðindi sambært Tass.

 

Avtala syrgir fyri, at tryggur flutningur er av korni og matvørum úr ukrainskum havnum.

 

Tað var við hjálp úr ST og Turkalandi, at Russland og Ukraina samdust um hesa avtalu í 2022.

 

Sambært tíðindastovuni Reuters verður longda avtalan hin sama, sum nú er galdandi millum partarnar.

 

 

 

Myndin er tikin á einari vitjan hjá ST-aðalskrivaranum, Antonio Guterres, í Ukraina.