Korona: Enn er áheitanin úr Føroyum ikki gingin á møti

Føroyar eru framvegis mettar at vera eitt vandaøki og enn hevur áheitanin frá Kaj Leo Holm Johannesen, ikki hjálpt

 

Føroyar eru enn á reyða listanum hjá Noregi yvir lond, sum eru hart rakt av koronu. Uttanríkisráðið í Noregi hevur dagført listan í dag og har sæst, at eftir teirra tykki eru Føroyar enn so hart raktar av koronu, har tað verður mælt norðmonnum frá at koma hoigar, uttan í heilt serligum ørindum

Tað merkir eisini, at føroyingar sleppa ikki til Noregs uttan at teir fyrst fara í sóttarhald í tíggju dagar.

Føroyar komu á reyða listan hjá norðmonnum eftir ólavsøku, tá ið korona rættiliga fór at herja aftur og fleiri fólk vórðu smittað. Harafturat kom, at útlendsk sjófólk, sum vórðu kannað í Føroyum, taldu við í føroysku hagtølunum, hóast tey ikki høvdu sett sín fót á land her.

Tað merkti, at eitt skifti vóru 33 tilburðir av koronu staðfestir í Føroyum, men 29 av teimum vóru russisk sjófólk.

Ein avleiðing av hesum er, at føroyingar hava verið standandi á tí reyða listanum, og hóast smittutalið er munandi minkað aftur, meta norðmenn framvegis ikki, at støðan er nóg trygg til at vit eru tikin av Reyða listanum.

Annars er tað ein vika síðani, at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, heitti á norska uttanríkisráðharran um at fáa Føroyar av reyða listanum í Noregi, men enn er tað ikki hent.

At Føroyar eru á reyða listanum ger tað serliga tvørligt hjá sjófólki, og øðrum føroyingum, sum arbeiða í Noregi, at ferðast ímillum.