Korona: Øll starvsfólkini eru send til hús

Eitt starvsfólk hevur fingið koronu, so Almannamálaráðið liggur manntómt í løtuni

Í løtuni liggur alt Almannamálaráðið í Landsstýrinum manntómt. Støðan er nevniliga tann, at eitt av starvsfólkunum á ráðnum fekk staðfest koronu í gjár og tí eru øll starvsfólkini send til hús.

Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri, sigur, at nøkur av starvsfólkunum eru í summerferiu, men at meginparturin kortini var til arbeiðis, tá ið hann fekk boðini.

Og tey, sum vóru til arbeiðis, eru so øll farin til húsar. Talan er um lítið arbeiðspláss, so tað er skjótt, at starvsfólk hava samband við hvørt annað, sigur hann.

Aðalstjórin sigur at tað stendur til myndugleikarnar gera av, hvørji skulu vera í sóttahaldi. Men tað, sum hann kann gera, er at binda um heilan fingur og tískil hevur hann biðið øll starvsfólkini um at arbeiða heimanífrá hesa næstu tíðina.

Tilsamans eru 17 starvsfólk í Almannamálaráðnum og av teimum vóru tey ellivu til arbeiðis og tey eru so farin av arbeiðsplássinum, og eru farin heim at arbeiða. Hini seks starvsfólkini eru í feriu.

Nú øll starvsfólkini siga heima og arbeiða, væntar aðalstjórin at tey fáa steðga smittuspjaðingini. Men hann væntar ikki, at tað fer at darva arbeiðnum tað allarminsta at fólk arbeiða heimanífrá, tí arbeiðið er á teldu og við elektroniskum samskifti og fundir verða eisini á internetinum.