Korona: Seta strangari tiltøk í verk í Danmark

Tey, sum fara til Danmarkar í næstum, skulu ikki fara fyri náttarlívið

Korona: Seta strangari tiltøk í verk í Danmark

Fólk skulu sleppa at liva lívið – men við avmarkingum, sigur forætisráðharrin í Danmark

Korona hevur aftur fingið fastatøkur á okkum og tí verður neyðugt at seta tiltøk í verk. Tað var boðskapurin hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra í Danmark, á tíðindafundi nú beint eftir døgverða. Hon sigur, at tað var væntandi, at korona fór at gera um seg aftur, men tað er hent fyrr enn vit væntaðu og vit hava fleiri smittað enn vit væntaðu, legði hon afturat.

Eitt av tiltøkunum, sum verður sett í verk, er, at matstovur, kaffistovur, og skeinkistøð skulu lata aftur klokkan 22, og fræsið at verða, saman, verður eisini avmarkað, soleiðis at danir ikki kunnu vera meiri enn 50 fólk saman. Men á tiltøkum, har fólk sita niðri, kunnu 500 fólk verða saman, eitt nú, áskoðarar ítrótti, fólk, sum eru á ráðstevnum og fólk, sum eru á mentanarligum tiltøkum.

Har tað ber til, eiga fólk at arbeiða heima, og fólk eiga ikki at ferðast tær tíðir á degnum, tað vanliga ferðast nógv fólk, og tað er betri at ganga ella súkkla enn at koyra í bussi ella í toki.

Samstundis verður heitt á fólk um av avmarkað talið á fólki, tey eru saman við, og hvussu nógvum fólkum, tey bjóða í føðingardag og veitslur, og, hvussu leingi vit eru saman.

– Støðan er ikki so ring sum hon var í vár, men endamálið við tiltøkunum er at forða fyri, at vit koma aftur í ta støðu, har alt samfelagið varð lamið, tí búskaparligu avleiðingarnar av tí eru umfatandi, segði forsætisráðharrin. Hon sigur, at við teimum tiltøkum, sum nú verða sett í verk, kunnu fólk liva lívið, rættiliga ótarnað, men tó við nøkrum avmarkingum.

Vit vilja heldur lata ungdómsveitslurnar aftur enn at lata skúlar og universitet aftur, segði Mette Frederiksen.Samstundis var greitt, at løgreglan fer at brynja seg út til at hava eftirlit við, at fólk halda reglurnar, og at raka tey, sum bera seg ábyrgdarleyst á.

Tað eru nógv, sum siga, at korona er ikki so hættisligt, men tað er ikki rætt, tí tað vísir seg, at fólk, eisini ungfólk, fáa hjáárin, sum eru álvarsligt, tey fáa bæði andaneyð, tey fara at gloyma, tey fáa trupulleikar at hugsavna seg og tey missa luktisansin og smaksansin – og eingin veit, hvussu leingi tað varar, ella um tey sleppa av við tað aftur, sigur forsætisráðharrin.

Fyribils eru tiltøkini í gildi til 4. oktober. Men heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke. Vit fara ikki at blunka við at seta tiltøk í verk, verður tað neyðugt, men tað hevur eisini avgerandi týdning, at fólk vísa ábyrgd og fylgja reglunum, segði danski heilsumálaráðharrin.