Korona: Tað er óneyðugt at kanna frísk fólk í hópatali

– Ellisheim, og aðrir stovnar, eiga ikki at krevja, at fólk, sum hava koronupass, eisini kannast, sigur landslæknin

 

 

– Eg taki undir við, at vit gera nakrar reglur fyri, hvør skal lata seg kanna fyri koronu, og hvør ikki skal lata seg kanna.  Tað sigur Lars Møller, landslækni.

 

Løgtingið vil ikki játta sjúkrahúsverkinum nokk av pengum til at halda fram við koronukanningum sum nú. Landssjúkrahúsið sigur, at sum støðan er nú, verður neyðugt at skerja koronukanningar 50 prosent fyri at fáa játtanina at halda.

 

Les meiri her: Skulu skerja koronukanningar 50 prosent

 

Tá ið Løgtingið viðgjørdi málið í gjár, varð víst á, at Landslæknin hevði ført fram, at sum smittustøðam er beint nú, kanna vit ov lítið. Tinglimir í andstøðuna hildu tískil, at hetta er ikki rætta løtan at skerja kanningarnar.

 

Men Lars Møller heldur, at her er hann ikki rætt endurgivin. Tað, eg segði, var, at sum støðan er nú, haldi eg ikki at vit kanna ov nógv, leggur hann afturat.  Hann sigur, at positivtalið liggur á umleið tvey. Tað merkir, at tvey prosent av teimum, sum verða kannað, hava koronu, og tað er ov nógv. Talið skal helst niður á 1,5 sigur landslæknin.

 

Landslæknin leggur dent á, at allar kanningar, sum eru neyðugar at gera, skulu gerast. Men hann tekur undir við, at vit fáa greiðar leiðbeiningar um, hvussu fólk skulu bera seg at í sambandi við kanningar.

 

– Samstundis heldur hann, at tað er ikki neyðugt at frísk fólk lata seg kanna í so stórum stíli sum nú, bara av fyribyrgjandi orsøkum. Tað sær út til, at fólk, sum longu hava koronupass, halda, at tey eisini skulu lata seg kanna í tíð og úrtíð, men tað er ikki neyðugt.

 

Tað eru eisini arbeiðspláss, sum vilja hava, at starvsfólkini verða kannað við jøvnum millumbili, og tað leggur kanningstøðini undir trýst. Ein avleiðing av tí er, at tey, sum hava brúk fyri at verða kannað, ikki sleppa framat, tá ið tey vilja. Her hugsar landslæknin eisini um børn, sum skulu kannast, tí viðhvørt gongur illa hjá teimum at fáa tíð. Samstundis eru tað rættiliga nógv børn, sum eru smittað.

 

Men hann heldur, at kanningarstøðini áttu at verið opin longri enn tey eru nú, og so hevði tað kanska eisini verið lættari at fingið kanningarnar greinaðar so hvørt, so at smittusporingin verður enn skjótari enn nú.

 

Tað eru eisini ellisheim, og onnur, sum krevja at fólk verða kannað, áðrenn tey sleppa inn. Men landslæknin heldur, at tað er skeivt, tí tað hevur aldrin verið tilmæli frá farsóttarnevndini.

 

Tað er nokk við koronupassi. Tað er eisini nokk við koronupass at sleppa inn á ellisheim at vitja fólk. Tað hevur aldrin verið eitt tilmæli frá farsóttarenvndini, at fólk, sum hava koronupass, skulu ikki lata seg kanna, uttan at ein serlig orsøk er til tað.  Ein grund kann vera,  at tey hava fingið boð um tað frá okkum, sigur hann. Annars hava vit koronupass og tað er tað, fólk skulu brúka, sigur landslæknin.

 

Hann sigur, at hetta er ein læknafaklig meting. Men hann sigur, at tað slepst heldur ikki uttan um, at talan er eisini um ein fíggjarligan spurning.  Sum er, kosta allar hesar kanningarnar landskassanum eina hálva millión um dagin, so tað er dýrt og tað sleppa vit heldur ikki undan at taka støðu til. Tað er eingin orsøk at gera meiri burtur úr enn neyðugt er, sigur landslæknin.

 

Farsóttarnevndin og landsstýrismaðurin í heilsumálum fara nú at gera eina leiðbeining um, hvør eigur at lata seg kanna fyri koronu, og hvør eigur ikki at lata seg kanna.