Koronafarsóttin ávirkaði gistingarnar í fjør

Talið av gistináttum á føroysku gistingarhúsunum minkaðu í stórum stíli í fjør

Gistingar á føroysku gistingarhúsunum minkaðu við 70.000 gistináttum í fjør, sum svarar til góð 40 prosent. Hetta kann Hagstovan staðfesta, nú 2020 er farið afturum. 

– Síðan koronufarsóttin rakti í mars hevur talið av gistináttum verið lægri allar mánaðir, ið restaðu av árinum samanborið við árið fyri, tó uttan í desember, skrivar Hagstovan.

Størsta lutfalsliga minkingin var í apríl, tá talið av gistináttum minkaði 90 prosent. Í desember vaks talið av gistináttum hinvegin sløk 25 prosent.

Góðar 80.000 gistingar vóru á gistingarhúsunum í høvuðsstaðarøkinum í 2020. Tað er ein minking á sløk 45.000 ella 35 prosent. Uttan fyri høvuðsstaðarøkið vóru knappliga 13.000 gistinætur, sum er ein minking á slakar 28.000 gistinætur ella um 70 prosent.

Talið av útlendskum ferðafólkum, sum gistu á gistingarhúsunum, minkaði 55 prosent í fjør í mun til í 2019. Næturnar hjá teimum vóru góðar 60.000 í tali. Tað minkaði við 75.000 ella 55 prosent samanborið við árið fyri. Til samanberingar var minkingin um 75 prosent bæði í Danmark og Íslandi.

Føroyingar vitjaðu hinvegin gistingarhúsini meira í fjør enn árið fyri. Næturnar vóru góðar 33.000 í tali, ið svarar til ein vøkstur á knøpp 10 prosent.