- Eg haldi, vit hava bestu fólk í Føroyum til at loysa eina slíka uppgávu, sum stóra tunnilsverkætlanin er, sigur Teitur Samuelsen, tunnilsstjóri. Myndirnar tók Álvur Haraldsen.

Kostnaðarætlanin í Føroya størstu verkætlan heldur

- Tað gongur væl at fáa verkætlanina at hanga saman, og kostnaðarætlanin fer at halda. Vit ansa væl eftir hvørjari krónu, og vit venda hvørjum oyra, sigur tunnilsstjórin, Teitur Samuelsen.

 

- Eg haldi, vit hava bestu fólk í Føroyum til at loysa eina slíka uppgávu, sum stóra tunnilsverkætlanin er, sigur Teitur Samuelsen, tunnilsstjóri. Myndirnar tók Álvur Haraldsen.

Samlaða verkætlanin við Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum er á 2,6 miljardir krónur. Hetta er soleiðis Føroya størsta einstaka byggiverkætlan nakrantíð, og hetta er ein samlað verkætlan, sum eisini fevnir yvir nøkur ár.   

 

Ferð eftir ferð hoyra vit um almenna bygging í Føroyum, har kostnaðurin ikki heldur, men fer væl yvir tað, sum roknað hevur verið við. Næstan hvørja ferð tykist hetta koma óvart tann ella tey, sum skulu gjalda rokningina.   

 

Øll vanlig bygging er omaná jørðini - um vit so kunnu siga - men soleiðis er ikki við einum undirsjóvartunli. Tunnilin fer beint ígjøgnum havbotnin og basaltið, og tað eru bara endarnir á tunlunum, sum stinga undan jarðfrøðini. 

 

Tunnilsmunnin á Gomlurætt liggur bert fimm metrar yvir havinum, og tunnilsmunnin í Traðardali í Sandoynni liggur 50 metrar yvir havinum. Tað átti at verið lættari at tikið hædd fyri møguligum óvissum, tá tú kennir fyritreytirnar, og byggingin verður framd á lendi, sum er sjónligt og atkomiligt.

 

Fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin varð latið av hin 21. februar í 2017, og nú er Sandoyartunnilin komin so mikið langt, at hann sambært avtaluni við NCC letur upp við ársenda í ár – ella sløk sjey ár eftir, at fyrsta skotið varð latið av í Eysturoyartunlinum. 

 

Á ferðini gjøgnum Sandoyartunnilin saman við stjóranum í P/F Eystur-og Sandoyartunlar, Teiti Samuelsen, herfyri, fregnaðust vit um, hvussu tað gongur at fáa pengarnar til báðar tunlarnar at røkka. 

 

- Tað gongur væl, og kostnaðarætlanin fer at halda. Vit ansa væl eftir hvørjari krónu, og vit venda hvørjum oyra, sigur Teitur Samuelsen lítillátin, tá hann verður spurdur um fíggjarliga partin í hesi velduga stóru verkætlan.

 

Hann leggur dent á, at hann hevur góð og dugnalig starvsfólk aftrat sær. 

 

Nevndarformaður í P/F Eystur-og Sandoyartunlar er Bergur Poulsen, sum í fleiri ár var stjóri á P/F Havsbrún. Áðrenn Teitur Samuelsen sjálvur tók við starvinum sum stjóri fyri stóru tunnilsverkætlanini, var hann fíggjarleiðari hjá Bakkafrost.

 

- Eg haldi, at vit hava bestu fólk í Føroyum til at loysa eina slíka uppgávu, sum stóra tunnilsverkætlanin er, sigur Teitur Samuelsen, sum fegnast um, at verkætlanin við Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum nú nærkast endanum.

 

##med2##

 

 

 

- Eg haldi, vit hava bestu fólk í Føroyum til at loysa eina slíka uppgávu, sum stóra tunnilsverkætlanin er, sigur Teitur Samuelsen, tunnilsstjóri. Myndirnar tók Álvur Haraldsen.

Samlaða verkætlanin við Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum (mynd) er á 2,6 miljardir.