Koyrilíkindini: Upp í 28 m/s

Veðrið er heldur vánaligt kring landið við regni og vindi.

 

Hetta ávirkar koyrilíkindini og Landsverk boðar frá vindi í støðum.

 

Á landsverk.fo eru hesar fráboðarnir:

 

Gjáarskarð - kl. 21:09 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 26 m/s

 

Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 21:15 Skrið, í hvirlunum upp til 27 m/s

 

Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 21:14 Skrið, í hvirlunum upp til 27 m/s

 

Porkerishálsur - kl. 21:00 Skrið, í hvirlunum upp til 28 m/s