Kreml: Putin fer at steðga álopum á orkuverk

Nógvar smálutir eru ógreiðir um uppskot um at steðga álopum á orkukervið.

Nicholas Kamm Alexey Nikolsky/AFP/Ritzau Scanpix

Kreml sigur, at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur tikið undir við einum uppskoti frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um at steðga álopum á orkukervið í Ukraina í 30 dagar.

Tað siga fleiri tíðindastovur sambært Reuters, eftir at teir báðir forsetarnir tosaðu í telefon seinnapartin í dag okkara tíð.

Nógvir smálutir eru ógreiðir um uppskotið, sum Putin hevur tikið undir við. Tað er ikki greitt, nær ein slíkur steðgur við álopinum kemur í gildi.

Sambært Kreml hevur Putin enn einaferð víst á ynski um eina friðarliga loysn í Ukraina. Tað er ikki greitt, hvørjar treytir hann setur.

Kreml upplýsir víðari, at Russland og USA eru samd um at stovna serfrøðingabólkar at arbeiða við eini avtalu.

Samstundis boða Hvítu Húsini frá, at nýggjar samráðingar um Ukraina byrja beinanvegin í Miðeystri.

 

/Ritzau/

 

 

Nicholas Kamm Alexey Nikolsky/AFP/Ritzau Scanpix