Kreml vil ikki gera viðmerkingar um píning

Kreml vil ikki svara upp á spurningar um skamfaring av skuldsettum í samband við yvirgangsatsóknina í Crocus City Hall.

Allir teir fýra skuldsettu vísti týðilig tekin um mishandling, tá teir møttu í rættinum í Moskva.

Myndugleikarnir í Russlandi halda undan, tá spurningar verða reistir um sjónligu skaðarnar, sum teir skuldsettu eftir yvirgangsatsóknina í Moskva hava.

 

- Eg fari at lata henda spurning standa ósvaraðan, segði Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov, tá eitt tíðindafólk í dag vístu á sjónligu løstirnar, sum tey skuldsettu hava.

 

Talan er sjálvsagt um ógvusligu yvirgangsatsóknina seinasta fríggjakvøld á konserthúsið, Crocus City Hall, í útryðjuni av Moskva.

 

Higartil hevur álopið kostað 137 fólkum lívið.

 

Allir teir fýra skuldsettu høvdu nevniliga sjónlig tekin um skamfaring, tá teir vórðu førdir inn í rættarsalin í Moskva í gjár. 

 

Tann eini persónurin millum tey skuldsettu, sum varð førdur inn í rættarsalin, var knappliga við vit.

 

Russiskir miðlar vita at siga, at teir skuldsettu vórðu píndir av russiskum trygdardeildum undir avhoyringunum.

 

##med2##

 

Støðan, sum skuldsettu hava verið í undir avhoyringum, reisir eisini spurningin, hvørt teir hava kunnað tosað frítt.

 

Allir eru skuldsettir eftir einari revsirammu um yvirgang, sum kann geva teimum lívslanga forgsulsrevsing. 

 

Á tíðindafundinum kunngjørdi Dmitrij Peskov, at russiski forsetin, Vladimir Putin, skal hitta trygdartænastuna fyri at tilrættaleggja fleiri trygdartiltøk.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum í dag endurgevur russiskar miðlar.

 

 

 

Allir teir fýra skuldsettu vísti týðilig tekin um mishandling, tá teir møttu í rættinum í Moskva.