Ísrael sendir Hamas uppskot um vápnahvíld

Ísrael hevur sent Hamas eitt uppskot um vápnahvíl í Gazageiranum, upplýsti Hamas í gjár.

Palestinar royna her at eyðmerkja lík, sum eru funnin í eini hópgrøv við eitt sjúkrahús í syðra parti av Gazageiranum. - Foto: -/Ritzau Scanpix

Ísrael hevur sent eitt uppskot til vápnaða islamska bólkin Hamas um at seta í verk vápnahvíld í Gazageiranum, har fleir enn 34.000 fólk eru deyð í krígnum millum partarnar.

Tað upplýsir varastjórin hjá rørsluni í Gazageiranum, Khalil al-Hayya, sambært tíðindastovuni Reuters í nátt í almennum boðum. 

Rørslan, hvørs efstu leiðarar halda til í Qatar, greiðir ikki nærri frá, hvørjar treytirnar hjá Ísrael eru fyri vápnahvíld.

Ísrael hevur áður sagt, at ein treyt fyri vápnahvíld er, at allir gíslarnir, sum Hamas tók í sambandi við álopið 7. oktober, skulu latast leysir.

Hamas sigur í boðunum, at tey nú hyggja upp á uppskotið, áðrenn tey svara Ísrael.

Sambært tíðindastovuni AFP verður hildið, at 129 gíslar enn eru í Gazageiranum. Talið fevnir eisini um teir 34, sum hildið verður eru deyðir í varðhaldi hjá Hamas.

Gíslarnir vórðu førdir til Gazageiran sum liður í álopinum hjá Hamas á Ísrael, sum var tann 7. oktober.

Sambært ísraelskum tølum doyðu fleiri enn 1.100 fólk í álopinum.

Mótálopini í Gazageiranum hava sambært lokalu heilsumyndugleikunum, sum eru undir eftirliti av Hamas, kostað 34.356 mannalív í palestinsku økjunum.

Ísrael og Hamas hava fleiri ferðir roynt at fingið vápnahvíld.

Tað er millum annað gjørt fyri at gera tað lættari at fáa humanitera neyðhjálp til økið, sum í longri tíð hevur verið hótt av hungursneyð sambært altjóða neyðhjálparfelagsskapum.

Gazageirin er millum Miðalhavið, Egyptaland og Ísrael.

Gazageirin er á stødd við Streymoy, og har búgva umleið 2,3 milliónir fólk.

/ritzau/

 

Palestinar royna her at eyðmerkja lík, sum eru funnin í eini hópgrøv við eitt sjúkrahús í syðra parti av Gazageiranum. - Foto: -/Ritzau Scanpix