Kristian Martin Jacobsen fingið tænastumedalju

Hevur starvast í 48 ár á MEST 

Mouritz Mohr, stjóri á MEST, handað Kristiani Martini tænastumedaljuna fyri trúgva tænastu

Fríggjadagin 12. juli var hátíðarløta í kaffistovuni hjá Mest í Havn fyri Kristiani Martin Jacobsen sum fekk handað Kongsins Tænastuviðurkenning (belønningsmedalje) fyri trúgva tænastu hjá MEST í samfull 48 ár. Nógvir fyrrverandi og verandi starvsfelagar vóru við til væleydnaðu løtuna - har røða varð hildin, nú Kristian Martin hevði fingið viðurkenning frá kongi.  

 

Kristian Martin byrjaði á Tórshavnar Skipasmiðju, sum hon var nevnd tá, tann 28. apríl 1975 og arbeiddi sum elektrikkari øll árini fram til 22. desember í 2023.

 

##med2##

 

 

 

Mouritz Mohr, stjóri á MEST, handað Kristiani Martini tænastumedaljuna fyri trúgva tænastu