Svarið er nei. Men í fólkaskúlanum skulu øll børn hava somu møguleikar fyri at blíva tað, tey vilja. Tað einasta, tey skulu hava í felag, er áhugin. Tað eru ikki altíð tey bestu talentini í fólkaskúlanum, sum blíva størstu stjørnurnar.
Mathias Gidsel – nú ein av heimsins bestu hondbóltsleikarum – var lítil av vøkstri og kempaði hart fyri at fáa spælitíð, tá hann var 15 ár. Eingin hevði væntað, at hann bleiv ein av heimsins bestu.
Í Hoyvík hevur høllin havt ekstremt stóran týdning fyri okkum øll, sum hava runnið runt har. Og tað, sum er hent í H71 seinastu árini, er fullstendiga garvilt. Tað er fantastiskt.
Men eg haldi, at vit skulu ansa eftir við at gera fólkaskúlan til ein eliteran fólkaskúla og býta fólk upp.
Eitt dømi er, at størsti fólkaskúlin í Havn hevur tvær ítróttarásir í 8. og 9. flokki, har børnini skulu uppfylla treytir fyri at sleppa inn.
• Tú skalt vera limur og virkin í einum ítróttafelagi.
• Tú skalt leika við einum liði í lands- og steypakapping fyri títt felag.
• Kropsliga skalt tú vera so fyri, at tú fært luttikið í venjing á høgum stigi við krevjandi kropsligum avbjóðingum.
Eg haldi ikki, at fólkaskúlin skal seta avmarkingar fyri børn og ung. Tað má vera áhugin, sum er atgongumerkið til eina ítróttarás. Ikki vekt ella limaskapur í feløgum.
Eitt annað dømi er Litir í Leiki, sum er eitt undirvísingarligt samstarv millum Musikkskúlan og Skúlan á Fløtum. Tónleikaundirvísingin er í skúlatíð og fylgir tímatalvuni og skúlaárinum.
Hetta er frá 1. til 4. flokk og kostar 5.000 krónur um árið.
Tað er enn eitt dømi um, at øll børn ikki sleppa framat einum tilboði, sum fólkaskúlin bjóðar. Hví? Tí tað kostar 5.000 krónur um árið, og tí verður tilboðið bara til tey, sum hava ráð til tað.
Ikki til øll, hóast tað er grundtankin fyri fólkaskúlan.
Verði eg valdur, fari eg at arbeiða fyri, at øll í fólkaskúlanum fáa somu atgongd til tað, sum tey hava áhuga fyri.
Bjarni Arge
Løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin