Kvinna fekk bót fyri bróta almenna friðin

Og ein bilførari varð tikin fyri narkokoyring

Ein drukkin kvinna fekk í gjárkvøldið bót fyri brot á skilhaldsreglarnar, tí hon var til ampa fyri almenna friðin. Tað var við bátabrúgvarnar á Skálatrøð í Havn, at hon í fyllskapi uppførdi seg soleiðis, at hon var til ampa fyri almenna friðin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.

 

Klokkan 16 seinnapartin í gjár var ein bilførari tikin millum Glyvrar og Saltangará. Hann verður skuldsettur fyri rúsevnakoyring.