Kvinnulandsliðið: Fjepparatiltak fríggjadagin

Í samband við fyrsta Nations League dystin hjá kvinnulandsliðnum fríggjakvøldið, verður skipað fyri stórum fjepparatiltaki á niðara vølli frá klokkan 16.00, skrivar Fótbóltssambandið

Fríggjakvøldið verður aftur dystur á Tórsvølli, har vit vóna at síggja nógvar góðar fjepparar - Mynd: Bjarni Enghamar/Savnsmynd

Í samband við fyrsta Nations League dystin hjá kvinnulandsliðnum fríggjakvøldið, verður skipað fyri stórum fjepparatiltaki á niðara vølli frá klokkan 16.00, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Fríggjakvøldið kl. 18.00 seta kvinnurnar hol á spildurnýggju UEFA Women’s Nations League kappingina á Tórsvølli. Montenegro vitjar í fyrsta dystinum, og hetta er samstundis eisini fyrsti dysturin hjá nýggja landsliðsvenjaranum Signe Pries Andersen.

 

Í samband við dystin verður skipað fyri stuttligum fjepparatiltaki á Niðara vølli í Gundadali frá klokkan 16.00-17.30. Á skránni verða ymisk stuttlig fótbóltsspøl, skjótiveggur, dartskiva til fótbólt, andlitsmáling og pylsuvognur við ókeypis franskum hotdogs.

 

Klokkan 17.30 verður felags skrúðgonga niðan á Tórsvøll at stuðla kvinnunum í fyrsta Nations League dystinum.

 

Tiltakið er ókeypis, men er ætlað fjepparum við atgongumerki til dystin. Tey kosta 95 krónur fyri vaksin, meðan børn og ung upp til 14 ár sleppa til dyst ókeypis. Neyðugt er tó við atgongumerki fyri at sleppa inn.

 

Fríggjakvøldið verður aftur dystur á Tórsvølli, har vit vóna at síggja nógvar góðar fjepparar - Mynd: Bjarni Enghamar/Savnsmynd