Tær koma úr fleiri bygdum í kommununi.
Við Sosialin í síðstu viku segði Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, sum er annar stigtakarin til kvinnulistan á Strondum, at tað er er neyðugt við javnari kynsumboðan.
– Tað er sera umráðandi og av alstórum týdningi, at kommunustýrið er umboðandi alt fólkið, og tað er tað ikki, tá eingin kvinna er í kommunustýrinum, segði hon.
– Tað má ikki henda aftur, segði hon, og tí høvdu tær tikið stig til ein kvinnulista, sum varð latin inn til valstýrið í gjár.
Tær 9 kvinnurnar á listanum eru:
- Noomi K. Rasmussen, Strendur
- Sandra Ljósá Østerø, Strendur
- Lív Nikolina Karlsdóttir Nielsen, Strendur
- Leila Jóhannessenm Kolbeinagjógv
- Ann Sigurdsdóttur Anthoniussen, Strendur
- Birita W. Djurhuus, Strendur
- Drós Ellingsgaard Innan Glyvur
- Hallbjørg Mørch Christiansen, Strendur
- Petra Weihe, Strendur